07-06-2005

Útlendsku lærararnir eru við til at hækka mentanarliga og tónlistarliga støðið

Útvarpstíðindi, týsdagur 07. juni 2005 19.07 - Innland
Musikkskúlalærarar sleppa ikki at arbeiða uttan arbeiðsloyvi.
Fáa útlendsku musikkskúlalærarnir ikki arbeiðsloyvi síni endurnýggjað sum skjótast, kunnu teir ikki halda fram í starvi hjá Musikkskúlaskipanini. - Tað verður ein stórur missur fyri musikkskúlararnir, tí útlendsku lærararnir eru við til at hækka mentanarliga og tónlistarliga støðið á skúlunum, sigur Martin Mouritsen, leiðari á Musikkskúlaskipanini.
Gravgangur er eftir at sleppa inn á Musikkskúlarnar, serliga í Havnini. Bíðiraðirnar eru langar, og nú er kanska vandi fyri, at tær gerast upp aftur longri. - Útlendsku musikkskúlalærararnir hava stóran týdning fyri Musikkskúlarnar, tí teir geva íblástur frá fleiri ymiskum mentanum, sigur leiðarin á Musikkskúlaskipanini.
Eitt brek í postskipanini hjá danska Útlendingastýrinum er eftir øllum at døma orsøkin til, at fleiri útlendingar, teirra millum fýra musikkskúlalærar, ikki hava fingið svar uppá umsóknir sínar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Fútaskrivstovan fer nú at seta seg í samband við Útlendingastýrið fyri at fáa eina nýggja mannagongd, soleiðis at sleppast kann undan fleiri seinkingum orsakað av tekniskum trupulleikum.