Trombon
Langa klangstykkið á trombonini peikar frameftir. Til tónaskiftið hevur trombonin ein boyla at draga aftur og fram - í staðin fyri ventilar.
Verður brúkt innan nógv ymisk tónasløg, so sum klassiskt, jazz, rokk og popp.
Er við í big band, blásara- og symfoniorkestrum.
Tann mest vanliga trombonin er tenortrombon, og alt- og basstrombon eru í somu familju.