Tá spælt verður á tvørfloytu, verður luft blást framvið tónaholinum, og tað ger tann serliga floytutónan.
Tvørfloytan spælir við í næstan øllum tónleikasløgum. Eitt nú kann hon nýtast innan klassiskan tónleik, jazz ella musicals. Hon spælir við í bólkum, harmoni- og symfoniorkestri og er í somu familju sum piccolo, alt- og bassfloyta.