Møguleikar

Næmingar hava ymsar møguleikar at royna seg uttan fyri sjálvt undirvísingarhølið. Møguleiki er at vera við í samanspæli, konsertum, stevnum og verkskeiðum, royndum og kappingum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Samanspæl
Møguleikar fyri samanspæli eru nógvir. Tú eigur sjálvandi fyrst at hyggja hvat finst í tínum øki. Um einki tilboð hóskar til tín, er møguligt at ferðast til samanspæl á øðrum plássum. Lærarin er altíð til reiðar at vegleiða viðvíkjandi tónleikaslagi og støði.

Konsertir
Allir næmingar eiga at vera við á konsert í minsta lagi eina ferð hvørt hálvár. Flestu næmingar eru tó við oftari enn so, tað hevur stóran týdning at venja seg at stíga fram. Um framførslan er saman við øðrum ella í bólki, er lættari at vera við.

Stevnur og verkskeið
Skipað verður fyri árligum stevnum har næmingar úr øllum landinum kunnu vera við. Somuleiðis skipa lærarar og skúlar fyri smærri verkskeiðum og stevnum á staðnum.

Kappingar
Til flestu kappingar krevst at ein lærari meldar næmingin  til. Fyriskiparar vilja tryggja sær at næmingurin er til reiðar og at hann veit hvat støði talan er um. Føroyskir næmingar hava oftani verið við í Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurence, sum er á hvørjum ári í apríl í Keypmannahavn. Øll ljóðføri kunnu tekna til Berlingske kappingina har ein ikki skal vera fyltur 17 ár 1. mai sama ár. Teknað verður til í mars og boð koma aftur síðst í mars annaðhvørt ein sleppur við ella ikki.
Til Steinway Klaverkappingina í Danmark er oftast ein undankapping í Føroyum. Tórshavnar Musikkskúli skipar fyri hesari kapping.
Nógvar aðrar kappingar eru í útlondum og tað ber altíð til at tosa við læraran um tað.