Viðgerð av persónsupplýsingum

Musikkskúlaskipanin viðger persónsupplýsingar hjá borgarum fyri at kunna útinna lógarásettar og umsitingarligar uppgávur.

Dátuábyrgdarar:

Musikkskúlaskipanin, Hoyvíksvegur 72, telefon 216462, teldupostur martin@uvs.fo

Dátuverndarfólk (DPO):

Katrin Jacobsen, løgfrøðingur í uttanríkis- og mentamálaráðnum, teldupostur katrinj@ummr.fo, telefon 555055.

Musikkskúlaskipanin leggur dent á, at viðgerðin er greið og trygg, og at borgarar kenna síni rættindi. Niðanfyri kanst tú lesa um hesi rættindi og um viðgerð av persónsupplýsingum.

Skráseting av persónsupplýsingum

Musikkskúlaskipanin viðgerð persónsupplýsingar, fyri at kunna útinna tær uppgávur stovnurin hevur at røkja, so sum lønarútgjaldingar og endurrindan av ferðaútreiðslum

Persónsupplýsingar vera fingnir til vega við egnum upplýsningum latnir okkum, og umsóknum sendar okkum við posti og telduposti.

Musikkskúlaskipanin fær persónsupplýsningar frá øðrum stovnum, eitt nú Landsfólkayvirlitinum og frá skúlum, fyri at avgreiða útgjøld á rætta og tryggan hátt.

Hvør fær upplýsningar?
Musikkskúlaskipanin letur upplýsningar til stovnar ið viðgera hesar vegna okkum. Talan er um Gjaldstovuna. Í samband við kærumál og grannskoðan verða upplýsingar latnir víðari til avvarðandi myndugleikar.

Hvussu leingi verða upplýsingar goymdar?

Persónsupplýsingar vera goymdir so leingi hesir tæna einum sakligum endamáli. Endaligar ásetingar og mannagongdir um striking av persónsupplýsingum verður viðgjørt í løtuni.

Tíni rættindi:
Tú hevur fleiri rættindi, tá ið Musikkskúlaskipanin viðger persónsupplýsingar um teg.

Tú hevur sum útgangsstøði rætt til innlit í viðgerð av persónsupplýsingum um teg. Tað merkir, at tú hevur rætt til at fáa staðfest, um persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, og tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í onnur viðurskifti kring upplýsingarnar, til dømis hvussu leingi tær verða varðveittar, og hvønn tær verða víðarigivnar til.

Rættindi til rætting og striking
Um tær upplýsingarnar, sum vit viðgera, eru skeivar, ófullfíggjaðar ella óviðkomandi so kanst tú, sum skrásettur við teimum avmarkingum, sum eru í galdandi lóggávu krevja, at vit rætta ella strika upplýsingarnar.

Rættindi til at mótmæla
Tú kanst mótmæla, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um mótmælið má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast

Rættindi til dátuflutning
Tú hevur rætt til at fáa persónsupplýsingar tínar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum og teldutøkum sniði og at flyta tær frá einum dátuábyrgdara til annan uttan forðingar, um so er, at viðgerðin av persónsupplýsingunum er grundað á samtykki frá tær ella avtalu við teg

Tú kanst kæra
Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at galdandi lógir og reglur á dátuverndarøkinum verða fylgdar. Tú kanst kæra viðgerð hjá Undirvísingarstýrinum av persónsupplýsingum um teg til Dátueftirlitið.

Tú finnur upplýsingar um Dátaeftirlitið á heimasíðuni www.dat.fo