18-05-2020

Søkt verður eftir lærara

Søkt verður eftir lærara at undirvísa í klaver og at hava fylgispæl í klassiskum tónleiki 15 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla. Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag.

Umsóknarfreist: 3. juni 2020

Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya att: Martin Mouritsen, musikkskúlastjóri

Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn

martin@uvs.fo

tlf 216462

www.musikkskulin.fo