16-07-2008

Matiné við strúkarum

Leygardagin 19. juli verður matiné í Havnar Kirkju, har nakrir av okkara ungu tónleikarum fara at spæla.

Tey hava fingið útbúgving í musikkskúlaskipanini, og fáa sær nú víðari útbúgving á konservatorium uttanlands.

Tað eru millum annað violin-, bratsch- og cellospælararnir Jákup Lützen, Heiðrun Petersen, Pól Jespersen og Andreas Restorff, sum spæla satsir úr strúkikvartett av Dvorak og Smetana. Jón Festirstein og Andreas Restorff fara at spæla duett - og eisini aðrir ungir tónleikarar verða við.