20-06-2019
Søkja eftir klaverlærara
Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara at byrja í august 2019
Søkt verður eftir:
Lærara at undirvísa í klaver og at hava fylgispæl í klassiskum tónleiki 15 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2019/2020.
Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag. Umsóknarfreist: 5. juli 2019.
Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:
Musikkskúlaskipan Føroya
att: Martin Mouritsen, musikkskúlastjóri
Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn
martin@uvs.fo tlf 216462
www.musikkskulin.fo